Badmintonskúlin verður aftur

Eins og undanfarna ár, skipar Badmintonsamband Føroyar fyri badmintonskúla í Havn, sum hesa ferð er eitt samstarv millum Badmintonsambandið og Havnar Badmintonfelag. Í ár verður spælt í ítróttarhøllini á Hálsi

Badminton

 

Badmintonskúlin verður frá mánadegi 29. juni til og við fríggjadag 3. juli, sum er fyrstu vikan í summarfrítíðini hjá skúlabørnunum. Skúlin er fyri børnum í aldrinum 7 til 13 ár, og dentur verður lagdur á at hava tað stuttligt, samstundis sum børnini læra og spæla nógv badminton.

 

Hvør dagur verður býttur upp í innan- og uttandura spæl, umframt at svimjing verður ein partur av badmintonskúlanum. Liðini verða býtt upp í vand og nýbyrjarar, so øll kunnu vera við.

 

Børnini koma at venja antin fyrrapart ella seinnapart alla vikuna. Morgunliðið venur frá klokkan 8.30 til 11.30, og seinnapartsliðið frá klokkan 12 til 15. Fríggjadagin 3. juli endar skúlin við einum hugna- og kappingardegi.

 

Fleiri góðir og væl skikkaðir venjarar eru í ár, teirra millum fyrrverandi landsliðsvenjarin, Jonas Gai.

 

Tilmeldingin byrjar fríggjadagin 13. juni, og nærri kunning um tilmeldingina til Badmintonskúlan 2009 verður at síggja í vikuskiftisbløðunum, umframt á heimasíðunum www.bsf.fo og www.hbf.fo.

 

Avmarkað pláss er á skúlanum, og tí verða plássini latin teimum, sum eru fyrst at tekna seg.