Tað gjørdist ein slakur dagur hjá føroyingaliðunum í bestu norsku hondbóltsdeildini í dag.
Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget taptu á heimavølli 28-30 fyri Halden. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Tá fýra minuttir vóru eftir at leika var støðan javnleikur 26-26. Halden vóru neyvari við málmøguleikunum seinastu minuttirnar, og so koppaði dysturin teirra veg.
Persónliga gekk heilt væl hjá Kjartani í dag, ið skoraði fýra mál og legði upp til fýra mál (assists).
Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Kristiansand taptu á útivølli 29-31 fyri Sandnes. Í steðginum var Sandnes á odda 16-14.
Tá hálvurannar minuttur var eftir javnaði Bjarni til 29-29 við einum brotskasti, men seinastu løtuna megnaði heimaliðið at skora tvey mál uttan, at Kristiansand megnaði at svara aftur.
Bjarni skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál.
Tey trý føroyingaliðini, Bækkelaget, Kristiansand og Viking TIF liggja øll í aftara endanum í deildini.
Støðan (soccerstand.com):
##med2##