Bæði føroyingaliðini í triðbestu donsku fótbóltsdeildini vóru í leiki í dag.
Martin Agnarsson spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Aarhus Fremad vunnu 2-0 á útivølli á Helsingør. Mathias Kubel seint í fyrra hálvleiki, og Kasper Lunding móti dystarenda syrgdu fyri málunum hjá Aarhus.
Aarhus Fremad er næstfremst í deildini við 35 stigum.
Andrass Johansen slapp á vøllin í 55. minuttir, tá hann og liðfelagarnir í Fremad Amager vunnu 2-0 á Skive á leikvøllinum í Sundby.
Jeppe Simonsen legði Fremad á odda beint áðrenn Andrass kom á vøllin, og 10 minuttir seinni økti Kasper Andersen til 2-0.
Fremad Amager er fremst í deildini við 38 stigum, so báðir føroyingarnir eru har sum tað er stuttligt at vera.
Tað eru fýra umfør eftir at leika í grundspælinum. Komandi fríggjadag hevur Fremad Amager útidyst móti Næstved. Dagin eftir hevur Aarhus Fremad útidyst móti Skive.