Søgulig løta fyri tvey ættarlið. Hanus Hansen saman við Jógvan og Judith í Undirhúsinum í Westminster, har JFK var vertur á stórfingnaðari móttøku

Gadus: Søgulig føroysk løta í enska Undirhúsinum

Løtan var bæði søgulig og hábærslig, tá JFK í Klaksvík var vertur fyri stórari móttøku í enska Undirhúsinum.

Søgulig løta fyri tvey ættarlið. Hanus Hansen saman við Jógvan og Judith í Undirhúsinum í Westminster, har JFK var vertur á stórfingnaðari móttøku

150 innbodnir gestir vóru til staðar, tá Sir Lindsay Hoyle, tingformaður í enska parlamentinum, trein á røðarapallin og bjóðaði vælkomin til tiltak, sum føroyska fyritøkan skipaði fyri í enska Undirhúsinum.

 

Hetta er helst fyrstu ferð, at eitt føroyskt tiltak burturav hevur verið hildið á hesum søguliga stað í enska parlamentsbygninginum. Umframt enska tingformannin, vóru fleiri parlamentslimir eisini til staðar, umframt rúgva av lyklafólkum innan fiski- og tænastuvinnuna.

 

Sterk bond

Jógvan Hansen, sølu og rakstrarstjóri, helt eisini røðu, har hann takkaði enska tingformanninum fyri møguleikan at vera vertur á hesum søguliga stað. Hann vísti til sterku bondini, sum vórðu knýtt millum Føroyar og Bretland undir 2. heimsbardaga, og sum eru líka sterk tann dagin í dag. JFK hevur í meira enn hundrað ár selt fisk til Onglands.

 

Ein filmur varð eisini vístur, sum segði søguna um, hvussu føroyingar sigldu til Bretlands við fiski undir krígnum, og hvussu hetta var við til at tryggja, at fisk & kips var ein av fáu vørunum, ið ikki vórðu skamtaðar. Sterk stóðu orðini hjá Winston Churchill; “Let us never forget the Faroe Islands whose fish helped feed us during the Atlantic blockings and at such great sacrifice.”

 

##med2##

##med3##

Føroysk góðska

Umframt Sir Lindsay Hoyle og Jógvan Hansen helt forsetin fyri NFFF (National Federation of Fish Friers) Andrew Crook eisini røðu, har hann hevði nógv góð orð at bera føroyingum og JFK. Fleiri enn tíggjutúsund fisk & kips búðir eru í Bretlandi, og er hetta fleirfalt talið av McDonalds, Burger King og KFC tilsamans – ein sannroynd, sum tingformaðurin Sir Linday Hoyle eisini legði dent á í síni røðu.

 

Rupert Howes, stjóri í MSC (Marine Stewardship Council), sum tryggjar, at fiskurin, ið seldur verður á marknaðin er burðardyggur, bar eisini fram eina røðu. Umframt at vera stjóri á MSC, so er Rupert Howes ein heiðursløntur umhvørvisgranskari, og hann hevði góð orð at bera JFK fyri teirra arbeiði við at levera fisk, ið lýkur altjóða treytir.

 

##med4##

##med5##

Føroysk mentan umboðað

Aftan á filmin framførdi Lena Anderssen tríggjar sangir og fekk hon sjálvt tingformannin at syngja við. Somuleiðis fóru allir gestirnir avstað við hvør sínari gávutasku, har millum annað ein filmur við søguni um Gadus var í, og eisini ein serligur pakki frá Føroya Bjór, sum fekk stóra undirtøku millum gestirnar.

 

Hanus Hansen, Jógvan Hansen, Judith Dam-Jacobsen og Durita í Grótinum umboðaðu øll JFK, meðan Lena Anderssen framførdi saman við Niclas Johannesen. Harafturat var føroyska sendikvinnan í London, Kate Sanderson, eisini til staðar.

 

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

Føroyska tiltakið í enska Undirhúsinum var eitt slag av móttøku undan “National Fish & Chip Awards 2025”, ið var hildið fyri 700 gestum á Park Plaza Hotel Westminster dagin eftir.

 

Jógvan Hansen segði eftir tiltakið, at JFK hevur lagt nógv fyri at fáa hetta tiltakið at bera til, og hann er fegin um, at móttøkan var so stórfingin, sum hon varð. “Bretski marknaðurin er ein lyklamarknaður fyri okkum. So hetta var eitt heilt serstakt høvi, og vit kundu ikki havt droymt um betri undirtøku enn hana, vit fingu hetta kvøldið.”

 

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

 

 

Søgulig løta fyri tvey ættarlið. Hanus Hansen saman við Jógvan og Judith í Undirhúsinum í Westminster, har JFK var vertur á stórfingnaðari móttøku

Hýrurin var góður. Her eru feðgarnir báðir, Hanus og Jógvan, saman við tingforanninum í enska parlamentinum, Sir Lindsay Hoyle.

Lena Anderssen hugtók við sínum sangi í bretska Undirhúsinum. Ytst til vinstru lurta Jógvan Hansen og Sir Lindsay Hoyle, Speaker of the House.

Føroysku umboðini hetta kvøldið í Undirhúsinum, uttast frá vinstru: Jógvan Hansen, Hanus Hansen, Judith Dam-Jacobsen, Durita í Grótinum, Lena Anderssen og Niclas Johannesen.

Kendi BBC verturin, Matt Baker, var vertur á tiltakinum. Matt Baker er fyrrverandi gymnastur og serliga kendur frá sendingum so sum Blue Peter, Countryfile og The One Show.

Tingformaðurin í bretska parlamentinum, Sir Lindsay Hoyle, bar fram røðu til tiltakið. Hann hevur sitið sum tingformaður síðani 2019. Starvið sum tingformaður hevur beinar røtur heilt aftur til ár 1377.

Forsetin fyri National Federation of Fish Friers, Andrew Crook, bar eisini fram røðu. Hann hevði bert gott at bera føroyskum fiski og JFK.

Árliga tiltakið varð hildið í Park Plaza Hotel Westminster mitt í London. 700 gestir vóru bodnir til tiltakið.

JFK var ein av høvuðsstuðlunum til “The National Fish & Chip Awards” og Jógvan Hansen var við til at lata prísin “Community Engagement” til vinnaran Brockley’s Rock. Ytst til vinstru og høgru eru fegnu vinnararnir saman við Jógvan Hansen og ensku BBC sjónvarps stjørnuni Matt Baker, ið var vertur til tiltakið.

JFK var ein av høvuðsstuðlunum til stóra “The National Fish & Chip Awards” tiltakið í London. Her kunngerð Jógvan Hansen ein av vinnarunum.

Jógvan Hansen helt røðu í enska Undirhúsinum. Hann segði millum annað: “Ein fittur partur av fiskinum, sum verður brúktur í tykkara kæra fisk & kips høpi, kemur frá føroyskum fiskimonnum. Og talan er um eitt heilt serligt samband millum okkum, sum veiða fiskin og tykkum, sum borðreiða hann. Talan er um eina søgu, ið umfatar kríggj og tap – men eisini hita og vinarsambond. Tað er ein søga, ið framhaldandi hevur stóran týdning fyri fiskimenn og er eisini vissuliga ein av orsøkunum til, at eg standi her í dag.”

Rupert Howes, stjóri í MSC, saman við Duritu í Grótinum og Hanusi Hansen.

Speaker of the House, Sir Lindsay Hoyle.

Speaker’s House er eitt søguligt hølið í Westminster. Her verður lurtað, meðan tingformaðurin Sir Lindsay Hoyle ber fram røðu.

Uttast til vinstru Andrew Crook, Julie Waits, Jógvan Hansen, Ian Roome, valdur í bretska parlamentið á fyrsta sinni í November 2024, og Hanus Hansen.