Bæði Hallby og Sävehof vunnu sínar dystir

Tað gjørdist eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum í bestu svensku hondbóltsdeildini

Bæði føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini vóru sigursharrar í kvøld.

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby vunnu á útivølli ein greiðan 32-27 sigur á Alingsås. Í steðginum var Hallby frammanfyri við fýra málum, 15-11.

 

Rói var við fimm málum annar av næstbestu málskjúttunum hjá Hallby.

 

Hallby er nummar átta í deildini við 24 stigum. Teir eru eitt stig frammanfyri júst Alingsås.

 

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof vunnu á heimavølli ein tepran 33-32 sigur á Skånela. 

 

Í steðginum stóð einki til hjá Sävehof, tí tá var Skånela á odda 18-15.

 

Óli gjørdi aftur góðan mun í kvøld. Hann skoraði átta mál og var toppskjútti hjá Sävehof. Óli legði eisini upp til trý mál (assist). Óli var eisini sambært hagtølunum mest effektivi leikarin hjá heimaliðnum.

 

Sävehof er fjórðfremst í deildini við 28 stigum.

 

Hallby og Sävehof hava tveir dystir eftir at leika í grundspælinum.

 

Átta tey fremstu liðini í grundspælinum vinna seg í endaspælið.