Tað er avmarkað hvussu nógv kommunan kann lata

- Fólk, sum eru sálarsjúk, drukkin ella ávirkað av rúsevnum annars, kunnu ikki gista á Herberginum í Sisimiut, siga reglurnar fyri húsið

Herfyri høvdu vit her á In.fo eina grein um, hvussu ein heimleysur lívbjargar sær í Sisimiut, har viðkomandi noyðist at vera úti frá morgni til kvølds. 

 

Síðan høvdu vit eina aðra grein um ein heimleysan, sum búði í tjaldi í Nuuk, og her stóð tjaldið mitt í kalda kavanum.

 

Hetta vóru greinar úr Sermitsiaq.

 

Í dag hevur heimasíðan skift orð við borgarstjóran í Qeqqata Kommunu, Malik Berthelsen, sum Sisimiut er partur av. Heimasíðan hevur spurt, um kommunan fer at betra um umstøðurnar hjá heimleysum eftir kommunuvalið, sum stundar til.

 

Borgarstjórin viðgongur, at talan er um truplar umstøður hjá heimleysum í Sisimiut, har borgarar noyðast at halda seg uttandura upp í einar 10 tímar um dagin, men Malik Berthelsen leggur aftrat, at tað eru avmarkingar fyri, hvat kommunan kann bjóða.

 

Sambært Sermitsiaq eru fólk í býnum ófør at geva heimleysum mat, sum hesi eisini eru ógvuliga takksom fyri, men tað er eisini ein trupulleiki, at heimleys sjálvi skulu útvega sær vaskievni, um klæðini skulu vaskast á Herberginum í býnum.

 

Herbergið í Sisimiut verður rikið við stuðli frá kommununi, og tað letur aftur hvønn dag klokkan 09 um morgunin, og letur ikki uppaftur fyrr enn klokkan 19 um kvøldið. Tað merkir, at heimleys hava einki fast pláss at vera í stóran part av degnum.

 

Heldur ikki køldu vetrarmánaðirnar.

 

Borgarstjórin í Sisimiut sigur, at hann gjarna vil hyggja upp á møguleikarnar fyri at leingja um upplatingartíðirnar á Herberginum.

 

- Eg kann ímynda mær, at tað er hart hjá heimleysum ikki at hava nakað stað, har tey kunnu vera frá morgni til kvølds, men tað er avmarkað, hvussu nógv kommunan kann lata - uttan at fáa nakað afturfyri.

 

Borgarstjórin væntar tískil, at kommandi kommunustýrið fer at hyggja upp á upplatingartíðirnar hjá Herberginum.

 

- Tað eru eisini heimleys, sum hava tikið av tilboðnum hjá Herberginum um at hjálpa teimum útaftur á arbeiðsmarknaðin, sigur borgarstjórin í Qeqqata Kommunu, Malik Berthelsen.

 

Tað er eitt krav til tey, sum búgva á Herberginum í Sisimiut, at tey eisini royna at finna sær tak yvir høvdið úti í býnum, veit Sermitsiaq at siga.

 

Hyggja vit inn á heimasíðuna hjá Herberginum í Sisimiut, lesa vit, at fólk, sum eru sálarsjúk, drukkin ella ávirkað av øðrum rúsevnum, kunnu ikki gista á Herberginum í býnum. 

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/16-ar-sum-heimleysur-i-groenlandi