Í vikuni hava bæði tey føroysku oljufeløgini hækkað olju- og bensinprísin við einum 25-oyra yvir alla linjuna.
Tað er eingin munur á prísinum, hjá báðum oljufeløgunum. Effo hækkaði sínar prísir mánadagin, og soleiðis vóru prísirnir hjá Magn eitt 25-oyra bíligari týsdagin. Men mikudagin tillagaði Magn sínar prísir, so teir aftur vóru teir somu, men 25 oyru hægri.
Kappingareftirlitið hevur fleiri ferðir seinastu tíðina funnist at oljufeløgunum fyri vantandi kapping.
Hóast eingin kapping er á marknaðinum til privatkundar, sum keypa olju at hita sínar bústaðir og bensin og diesel til bilarnar, so er kapping, tá tað ræður um skipini. Tey sleppa eisini undan almennu avgjøldunum og fáa avsláttur.
– Støðan hjá føroyskum skipum og virkjum er munandi øðrvísi. Tey megna at skapa kapping gjøgnum at bjóða veitingarnar út. Vit hava um dagarnar gjørt eina kanning av hvørjir avsláttir verða givnir føroyskum fiskiskipum, og vísir kanningin, at vanligt er við einum avsláttri upp á millum 1,25 og 1,29 krónur fyri liturin, skrivar Kappingareftirlitið, sum eisini vísir á, at um føroyska húsarhaldið fylti 1.000 litrar av gassolju á tangan í dag, so hevði tað kostað 11.800,00 krónur.
– Um føroyska húsarhaldið hevði fingið veitingina fyri sama prís sum skipini, hevði prísurin fyri 1 000 litrar verið 10.190 krónur. Ein sparing uppá 1.610,00 krónur. Tað eru eisini pengar. Ein munur er tó millum veitingar til húski og til skipini. Í nógvum førum eru nøgdirnar sum latnar verða skipunum munandi størri, og kann tað í sjálvum sær verða orsøk til ein avsláttur, skrivar Kappingarráðið.
– Ein møguleiki var kanska, at grannaløg tóku seg saman og bóðu um tilboð, segði Terji Sigurðsson, deildarleiðari í Kappingarráðnum, við Degi og viku í gjárkvøldið.
Ein litur av bensini kostar í dag 13,50 krónur. Ein litur av diesel kostar 12,54 krónur og ein litur av gassolju kostar 11,80 krónur.