Bagdad verður eitt blóðbað og USA fer at tapa

Ein av heimsins fremstu krígssøgumonnum heldur, at bardagin um Bagdad verður eitt blóðbað og kann enda sum bardagin um Grosnyj.

Søguprofessarin Martin van Creveld, sum arbeiðir á hebraiiska lærda háskúlanum í Jerusalem, verður mettur sum ein av teimum fremstu søgukønu, tá tað snýr seg um kríggj og krígsførslu. 
Hann hevur eisini gjørt sær sínar metingar um tann komandi bardagan um irakska høvuðsstaðin. Crevald heldur, at amerikanarar hava undirmett uppgávuna, og hann heldur tað vera rættiliga sannlíkt, at USA fer at enda sum tapari í krígnum í Irak. 
- Einum nýtist ikki at vera snillingur í krígssøgu fyri at skilja, at tað letur seg ikki gera at taka Bagdad við 120.000 hermonnum, sigur Martin van Creveld og sipar til, at amerikanarar og bretar hava einar 120.000 hermenn í Irak. Seinni hevur USA gjørt av at tvífalda hermannatalið. 
Martin van Creveld hevur ofta hildið fyrilestur á amerikanskum hernaðarskúlum, og bøkur hansara eru partur av lesnaðinum hjá amerikanskum heryvirmonnum. 
Annars ásannar Creveld, at álopið hevur gingið skjótari enn væntað. Hetta er fyrstu ferð, at ein innrásarherur hevur tikið seg seg 400 kilometrar fram eftir minni enn einari viku, sigur hann.