Bagge sendi AB undir strikuna

Fyri fyrstu ferð síðani venjaraskiftið eydnaðist tað NSÍ at vinna fulla úrtøku

Tað var stríðið um, hvør skuldi vera omanfyri og hvør skuldi vera niðanfyri strikuna, tá ið AB í dag hevði vitjan av NSÍ.

 

Undan dystarbyrjan var AB omanfyri strikuna og NSÍ undir strikuni. Í dag vann NSÍ 2-1, og harvið er NSÍ nú omanfyri strikuna, meðan AB nú er undir strikuni. Merkisvert er tað, at venjarin hjá NSÍ, Sámal Erik Hentze, fyrr í ár var venjari hjá AB, og nú stríðist saman við NSÍ fyri at varðveita plássið í bestu deildini. Um tað eydnast NSÍ at varðveita plássið í fremstu røð, so er tað stórur møguleiki fyri, at tað verður AB, ið kann fara tungu leiðina niður í næstbestu deildina.

 

Talan var um øgiliga intensa uppgerð. Hálvleiksstøðan var 1-0 til NSÍ. Málskjútti í fyrra hálvleiki var miðverjin Miska Rautiola, sum í sínum fjórða dysti fyri NSÍ fyri fyrstu ferð var málskjútti. Tað var eftir horna og eftir nýtt innlegg.

 

Mathias Nielsen javnaði fyri AB, tá ið hann sneiddi seg leysan av fleiri mótstøðumonnum og úr spískum og umvegis ein mótstøðumann sendi bóltin í netið.

 

Lukas Giessing, sum áður hevur spælt við AB, skoraði sigursmálið eftir innlegg frá Atla D. Petersen.

 

-Hetta er ein av vánaligastu fótbóltsdystum, sum eg havi verið við til. Vindurin argaði nógv, og fram ímóti dystarenda pressaði AB okkum. Tíbetur bjargaði Karstin Hansen fleiri ferðir væl, og nú gloyma vit vánaliga avrikið og fegnast um, at vit hava vunnið og eru røttu megin strikuna, sigur Lukas Giessing, sum skoraði NSÍ sigursmálið, ið var tað fyrsta hjá honum, síðani hann í summar flutti til NSÍ.

 

-Vit kenna, at liðið er í menning. Tí eiga vit ikki at vera í vanda fyri at flyta niður, men tað er neyðugt at arbeiða miðvíst og nógv, um vit skulu varðveita plássið í bestu deildini, sigur Lukas Giessing.

 

-Munurin var ikki so stórur á liðunum. Dygst frammanundan, at teir skoraðu 2-1 málið, høvdu vit ein møguleika, sum var neyvt av sama slagi, sum tann, teir umsettu til 2-1, men vit megnaðu tíverri ikki at skora, staðfestir AB venjarin Henrik Larsen.

 

 

 

-

 

AB – NSÍ 1-2 (0-1)

 

0-1: Miska Rautiola

 

1-1: Mathias Nielsen

 

1-2: Lukas Giessing

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

AB: Antonio Borelli – Jákup Pauli Breckmann, Ramzi Toure Idrissou, Erik McCue, Teitur D. Olsen – Marius Kryger Lindh, Mathias Præst Nielsen, Emil Sørensen, Santiago Nicolas Lebus, Jonas Sapienza – Bartal S. Petersen

 

NSÍ: Karstin Hansen – Pætur Hentze, Oddur Á. Højgaard, Miska Rautiola, Atli D. Petersen - Jørgen Nielsen, Mathias Nielsen, Mórits Heini Mortensen, Lukas Giessing – Betuel Hansen, Klæmint A. Olsen