Bah hjá B71 gjørdi bart

1. DEILD: Amerikanski spælarin úr Maryland skoraði hattrikk, tá ið sandoyingar á heimavølli vunnu trivaligan sigur ímóti B68

Karl Vidtfeldt, formaður í B71, saman við amerikanska álopsspælaranum Bah, sum í dag skoraði hattrikk í 4-1 sigrinum ímóti teimum næstbestu hjá B68

Tað gekk ikki soleiðis undan summarsteðginum, sum teir í B71 høvdu ætlað. Tí var neyðugt við útskiftingum á liðnum. Ein av nýggju spælarunum var Sulahmana Mamadu Bah, sum tað varð sagt um, tá ið hann var komin til Føroya og B71, at hetta var ein spælari, sum tað heilt víst fór at verða meiri at hoyra um, tí hann var sera málsøkin framherji.

 

Inntil í dag hevur ikki verið so nógv at hoyra um Bah. Í fimm dystum hevði hann inntil í dag skorað eitt mál.

 

Í dag gjørdi hann av álvara um seg, tá ið næstbesta liðið hjá B68 vitjaði inni í Dal á Sandi. B71 vann 4-1, og Bah skoraði hattrikk. Hann setti hol á beinanvegin og eftir upplegg frá Kristian Krog Hentze, og tá ið hálvur tími var farin, var hann aftur upp á spæl. Hesaferð var tað Hans Oddson Hentze, sum átti uppleggið. Fýra minuttir eftir steðgin var fyrsta hattrikkið hjá Bah í B71 búnanum veruleiki. Hesaferð var tað amerikanski landsmaður hansara James Michael Drye, sum átti uppleggið.

 

Ein lítil tími var farin, tá ið 16 ára gamli Bartal Páll Klein fyri fjórðu ferð var málskjútti hjá B68 í næstbestu deildini og so var 3-1.

 

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat vanligu leiktíðini, staðfesti Tijani Mohammed 4-1 heimasigurin. Hetta var 17. málið hjá honum í ár, og hann er annar av tveimum ovast á máltindinum í 1. deild.

 

B71 er á fimta plássi við 31 stigum, og B68 er á 9. plássi við 17 stigum.

 

Um eina viku fer B71 at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og B68 fær vitjan av skálamonnum.

 

Karl Vidtfeldt, formaður í B71, saman við amerikanska álopsspælaranum Bah, sum í dag skoraði hattrikk í 4-1 sigrinum ímóti teimum næstbestu hjá B68