Stóra flakavirkið í Vági, er nú til sølu!
Tað váttar Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sum eigur virkið.
Stóra flakavirkið í Vági, sum fyrr nevndist Polarfrost, hevur staðið meiri ella minni óvirkið í nógv ár nú.
Og tað dylist ikki, at tað hevur bæði pínt og irriterað vágbingar, at onki virksemi hevur verið á virkinum og at eitt so stórt pláss á havnarøkinum skal liggja óvirkið.
Tá ið Bakkafrost keypti alivirkið Faroe Farming í Vági, sum átti flakavirkið, stakk spurningurin um flakavirkið seg upp enn einaferð.
Í sambandi við, at flakavirkið nú hevði fingið nýggjar eigarar, bað Kirstin Strøm Borgarstjóri í Vági, um fund við leiðsluna í Bakkafrost at tosa um flakavirkið.
Á hesum fundinum váttaði Regin Jacobsen fyri borgarstjóranum, at tey ætla ikki at brúka flakavirkið.
Men hinvegin eru tey sinnað at selja virkið, fáa tey eitt nøktandi boð.
Stjórin á Bakkafrost vísti eisini á, at onkrir fyrispurningar hava verið um virkið.
Virkið í Vági hevur áður verið til sølu. Tað var tá ið Fiskavirking átti tað, men tá vísti seg at vera tórført at fáa tað til keyps, tí treytin var, at tað skuldi ikki brúkast til virksemi, sum var í kapping við Fiskavirking.
Men Regin Jacobsen, sum er staddur uttanlands, sigur í stuttari viðmerking við Portalin, at tey á Bakkafrost fara ikki at seta nakrar treytir við eini eini sølu.
- Einasta treyt, vit seta, er, at vit semjast um prísin, sigur hann við Portalin.
Kirstin Strøm Bech sigur í eini viðmerking, at tað, sum hevur størstan týdning fyri Vágbingar, er, at arbeiðið er á virkinum.
- So hevur tað minni týdning, akkurát hvør í eigur tað, sigur hon.
- Tað er ómetaliga tyngjandi fyri fólki her á plássinum, at síggja eitt so stórt og gott virki standa tómt og tí fegnast hon um, at tað nú ber til hjá áhugaðum at keypa tað.
- Kommunan hevur ikki gjørt stórar íløgur á havnarlagnum fyri at virkið skal standa stilt og hendir onki, so at virkið verður standandi tómt, mugu vit taka málið upp tá.
Men borgarstjórin ásannar, at skal leigusáttmálin sigast upp, er mest sannlíkt, at tað endar við einum rættarmáli.
Myndina av flakavirkinum hevur Eileen Sandá tikið.