Bakkast at seta mvg á bøkur

Landsstýrismaðurin í mentamálum heldur ikki, at tað er rætt at seta mvg á bøkur

Bøkur og mvg

? Tað ljóðar ikki sum nakað gott hugskot at leggja mvg á bøkur.
Tað heldur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.
Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um tilmælið frá einum arbeiðsbólki hjá fíggjarmálaráðnum um at seta mvg á bøkur sum eitt lið í royndunum at gera mvg lógina einfaldari og greiðari at umsita.
Arbeiðsbólkurin heldur, at tað finst eingin orsøk til at bøkur skulu frítakast fyri mvg. Hetta er ein óbeinleiðis stuðul til bókasølu og mvg lógin er ikki ætlað at vera ein stuðulslóg.
Arbeiðsbólkurin sigur, at bøkur eru ein vanlig vøra, eins og disklar og ljóðbond, har tað er fult mvg.
Í Sosialinum ein dagin í vikuni, mæltu bæði leiðarin á Bòkadeild Lærarafelags og formaðurin í forleggjarafelagnum frá at fylgja tilmælinum.
Teir vístu báðir á, at tað fer at gera bøkur dýrari og sostatt fer tað at gera tað verri at geva bøkur út.

Nóg dýrt sum er
Hesum er landsstýrismaðurin í mentamálum samdur í.
Hann vísur á, at spurningurin um at leggja mvg ábøkur, er als ikki viðgjørdur og enn minni er nøkur avgerð tikin.
Hann er sjálvsagt eisini til reiðar at viðgera spurningin, verður hann lagdur fyri landsstýrið og Løgting til politiska viðferð.
Men í fyrstu atløgu heldur hann ikki, at tað er rætt at leggja mvg á bøkur.
Hann sigur, at tað hevði gjørt bøkur dýrari og tað hevði verið eitt afturstig fyri mentanarpolitikkin.
? Bøkur eru nóg dýrar sum er og eg haldi ikki, at tað er rætt at gera tær dýrari við almennum avgjøldum.
Jógvan á Lakjuni sigur eisini, at tað er tungt at geva føroyskar bøkur út, tí marknaðurin er so lítil.
? Verða bøkurnar dýrari við mvg, fer sølan uttan iva at minka, og sostatt fer tað at vera enn truplari at geva føroyskar bøkur út, enn tað longri er.
Hann heldur ikki, at hetta er rætti vegurin at ganga, serliga í hesum døgum, har tað skrivaða orðið er undir sera hørðum trýsti frá sjónvarpi og telduspølum.
? Sum kappingin um børnini og tey ungu er nú, hevur tað tvørturímóti alstóran týudning at stimbra lesihugin og tað gerast ikki við at gera tað truplari at geva bøkur út, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum.