Bakmansløgreglan skal kanna Messerschmidt

Tað verður danska Bakmansløgreglan, ið framyvir skal standa fyri kanningararbeiðinum í samband við ákærurnar um, at Morten Messerschmidt, núverandi fólkatingslimur og fyrrverandi ES-parlamentslimur, hevur misbrúkt pening, ið hann fekk frá ES. Tað skrivar Danmark Radio.

Tað er Serliga eindin hjá ES í stríðnum móti sviki, vanliga stytt Olaf, ið váttar fyri DR, at teir hava handað málið til donsku Bakmansløgregluna, tí talan er um so mikið álvarsamar ákærur.

Fyri DR verður upplýst, at líknandi mál viðvíkjandi limum í Meld eisini eru latin ákæruvaldum og myndugleikum í øðrum londum.

- Olaf hevur latið kanningarúrslitið til teir viðkomandi løgfrøðiligu myndugleikarnar, so teir kunnu fara víðari við málinum, sigur Jana Capello, talskvinna fyri Olaf, við DR.

Tað er í samband við fíggjarviðurskifti í ES-bólkinum Meld, har Morten Messerschmidt var formaður, at illgruni hevur verið um, at alt ikki er farið rætt fram. Kannað hevur verið um tann peningaligi stuðul, ið ES-politikarar hava fingið gjøgnum Meld til ymiskar verkætlanir, eru brúktur í samsvar við reglurnar fyri penganýtslu í ES-høpi.

Sambært Olaf er talan um 4,36 milliónir krónur, ið eru brúktar ólógliga ella uttan heimild til virksemi í Italia, Grikkaland og Danmark.

At málið verður handað Bakmansløgreguna merkir, at Olaf metir, at tað eru ávís viðurskifti, ið myndugleikarnir í teimum ymiskum londunum eiga at kanna. Men sambært DR avgera myndugleikarnir sjálvir, um teir gera meira við málið.

Og fyri DR upplýsir Bakmansløgreglan eisini, at fyrsta stigið hjá teimum nevniliga verður at staðfesta, um grundarlag er fyri at fara víðari við kanningararbeiðinum.