Landingarmiðstøðin Kongshavn landar fyrstu ísfiskalastirnar hesa vikuna í dag. Væntandi er, at gulllaksaskip eisini koma inn at landa, tá hendan vikan fer at halla. Í dag landa partrolararnir Stelkur og Bakur í Saltangará. Skipini hava 320.000 pund av upsa tilsamans, sum er ein rímiliga góður túrur.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn siga tey, at upsin er góður, og at ein stórur partur av veiðini eru 2´arar og 3´arar.
Stelkur og Bakur eru fyrstu skipini, sum landa í Saltangará hesa vikuna, men á landingarmiðstøðini Kongshavn vænta tey, at gulllaksaskip koma inn at landa seinni í vikuni.
Polarhav og Stjørnan, sum plaga at landa í Saltangará, fiska framvegis gulllaks, og tað gera Eysturbúgvin og Vesturbúgvin eisini.
Landingarmiðstøðin Kongshavn plagar eisini at landa Eysturbúgvan, meðan Vesturbúgvin leggur veiðina upp til Faroe Pelagic í Kollafirði.
- Gulllaksaskipini byrjaðu túr um somu tíð, og tí vænta vit, at tey koma innaftur, tá hendan vikan fer at halla, siga tey á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará.