Bale fær íblástur frá Danmark

Ein av stóru søgunum hetta EM er ævintýrakenda gongdin hjá Wales. Lítla tjóðin er nevniliga einans 90 minuttir frá at tryggja sær eitt av plássunum í finaluni í Paris. Einasta, ið liðið skal gera, er at vinna á Portugal, ið teir møta í hálvfinaluni í annaðkvøld.


Talan er um eitt stórt avrik hjá eini lítlari tjóð, men stóra stjørnan á liðnum, Real Madrid leikarin Gareth Bale, er ikki nøgdur við einum hálvfinaluplássi. Hann ætlar sær nevniliga allan vegin, og hevur sett sær aðrar smátjóðir í fótbóltshøpi sum fyrimynd.


- Vit vita longu, at vit hava klárað meira enn tað, ið fólk væntaðu av okkum. Men vit trúgva, at vit kunnu fara allan vegin. Eg havi fyrr sæð ævintýrini um Grikkaland og Danmark og hugsa: Hví kunnu vit ikki gera tað sama, segði Gareth Bale á tíðindafundi.