Bank Nordik letur gávufæ í Grønlandi

Grønlendski miðilin Sermitsiaq skrivar, at Bank Nordik gávufæið á 25.000 krónur herfyri varð givið lesandi undir hægri útbúgving, nevniliga Susanne Andersen og Aviaja Geisler Kristensen.

Susanne lesur námsfrøðiliga sálarfrøði og Aviaja lesur Menning og altjóða sambond við Lærda Háskúlan í Aalborg.

Í grundgevingini sigur bankin millum annað, at við gávufænum er vónin at gera mun fyri tann einstaka lesandi, og samstundis at vera við til, at fleiri nema sær hægri útbúgving.