Bank of America helst næsta offurið

Julian Assange, sum stovnaði ta kendu og umstríddu heimasíðuna WikiLeaks, hevur sagt, at tey fara at almannakunngera ein hóp av loyniligum upplýsingum um ein stóran amerikanskan banka beint aftan á nýggjár.

Hann vil ikki siga, hvønn banka talan er um, men fleiri gita, at tað snýr seg um Bank of America, og gitingarnar fingu virðið á partabrøvum bankans at fella meiri enn trý prosentstig á marknaðinum í gjár, skrivar AFP.

Julian Assange hevur sagt, at upplýsingarnar, sum WikiLeaks hevur, fara at fáa álvarssamar avleiðingar fyri ein ella tveir bankar, og at tær fara at elva til krøv um rannsóknir og nýskipanir.