Bankabøkur stongdar

Palestinsku myndugleikarnir hava stongt fleiri bankakonti, sum deildir hjá tí víðgongda felagsskapinum Hamas eiga í ymsum bankum.

Myndugleikarnir siga, at Hamas hevur tólv deildir í Gaza býti og 26 deildir aðrastaðni í Gaza-geiranum, men starvsfólkini har hava ongar pengar at arbeiða við longur, tí allar konti eru stongdar. Hamas hevur nýtt ein part av pengunum til at hjálpa illa støddum palestinum, og tí gingu umleið 300 fólk mótmælisgongu, har tey mótmæltu avgerðini hjá myndugleikunum. Millum teirra, sum hava fingið pengar frá Hamas-deildunum, eru avvarandi hjá sjálvmorðsbumbumonnum.

Eygleiðarar í Miðeystri siga, at avgerðin hjá palestinsku myndugleikunum at steingja bankabøkurnar hjá Hamas-deildunum er eitt tekin um, at myndugleikarnir royna at avmarka møguleikarnar hjá Hamas at halda fram við yvirganginum.