VIDEO: Týdningarmikið at U17-kvinnurnar fáa góðan stuðul

(Video) Síggj og hoyr samrøðuna FSF Varpið gjørdi við U17-landsliðsvenjaran

Mynd: FSF

FSF skrivar:

 

Føroyska U17 landsliðið við gentum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til fyrsta dystin í EM endaspælinum, sum verður á Tórsvølli í morgin, sunnudagin 4. mai klokkan 18:00

 


Lagið var avbera gott, tá føroysku U17 genturnar savnaðust á Tórsvølli hósdagin. Fyri framman stendur ein av størstu uppgávunum nakrantíð, men hon er eisini ómetaliga spennandi.

 

Í morgin, sunnudagin 4. mai verður EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum sparkað í gongd, og saman við sjey teimum bestu landsliðunum í Evropa, skulu føroysku genturnar kappast um at gerast evropameistarar 2025.

 

Áðrenn venjingina fekk FSF Varpið orðið á landsliðsvenjaran, Eyðvør Jakobsen, ið er sera spent til kappingina, men hon leggur eisini dent á, at uppgávan er stór, og fyrst og fremst skulu okkara gentur leggja dent á avrikið. Men stuðulin frá fjepparunum hevur eisini stóran týdning.

 

– Vónandi koma nógvir áskoðarar at stuðla, tí vit fáa veruliga brúk fyri øllum – eisini uttan fyri vøllin, sigur Eyðvør Jakobsen. Skrivar FSF.

 

HER ber til frá FSF Varpinum at síggja og hoyra samrøðuna við U17-landsliðsvenjaran:

 

##med2##

 

Mynd: FSF