Danska vinnulívskvinnan, sum eisini er forkvinna í nevndini í BankNordik, Stine Bosse, verður serligur gestur við tiltak, sum bankin bjóðar til hóskvøldið í næstu viku.
Tá fer Armgarð Arge, útvarpsvertur, at hava samrøðu við nevndarforkvinnuna um tey viðurskifti, sum hava havt týdning fyri lív og yrkisleið hennara.
Stine Bosse hevur verið virkin í donskum vinnulívi í mong ár og sigst vera millum dugnaligastu leiðararnar í Danmark. Hon er kend fyri at vera opinskárað um persónlig viðurskifti og fyri sín leiklut í verkætlanum, kjaki og vælgerðararbeiði.
Eftir fleiri ár sum forstjóri í stóra tryggingarsamtakinum Tryg valdi Stine Bosse í 2011 at siga forstjórastarvið frá sær til tess at fáa arbeiði, frítíð og familjulív at javnviga.
Í dag arbeiðir Stine Bosse í altjóðafyritøkum sum nevndarlimur burturav, og í 2015 tók hon við sum nevndarforkvinna í BankNordik.