Tað verður neyvan bankamálið, sum fer at hála teppið undan Poul Nyrup Rasmussen stjórnini, heldur ein kendur, politiskur eygleiðari í Danmark, Ralf Pittelkow.
Í samband við, at bankakanningin klokkan átta fríggjamorgnunin varð handað Frank Jensen, løgmálaráðharra, segði Ralf Pittelkow, at av tí, at kanningin bara er upplýsandi, leggur hon samstundis upp til møguleikar fyri politiskum tulkingum.
Og hann metir, at Poul Nyrup Rasmussen tekur málið so róliga, at hann avgjørt ikki er bangin fyri tí, sum í frágreiðingini fer at standa.
Úr Forsætismálaráðnum verður sagt, at sjálvandi er forsætisráðharrin róligur.
»Hann veit ikki enn, hvat stendur í frágreiðingini, men hann veit, hvønn leiklut hann sjálvur hevur havt, og hann hevur als einki at óttast,« segði forsætismálaráðið í viðmerking seinnapartin hósdagin.
Hinvegin heldur Ralf Pittelkow, at eingin ivi er um, at bankafrágreiðingin fer at koma við ákoyringum fyri tað, sum farið er fram. Men hann væntar ikki, at tær eru so tyngjandi, at nakar meiriluti fæst í Fólkatinginum fyri at fella stjórnina upp á hetta málið, hóast borgarliga andstøðan roynir tað, hon kann, fyri at fáa koppað Nyrup.