Listaframsýning
Í ár fylla tveir stórur bankar í Útnorðri runt. Í Føroyum hevur Føroya Banki hátíðargildið sín 100 ára føðingardag við tiltøkum kring alt landið. Og Í Islandi fyllir Landsbankin 120 ár.
Men hendan næsta mánaðin samstarva føðingardagsbørnini bæði um eitt tiltak, sum skal økja um kunnleikan hjá føroyingum og Íslendingum um list hjá hvørjum øðrum.
Í hesum sambandi hevur Føroya Banki lænt 20 listaverk eftir trimum kendum málarum í Íslandi og teir verða hangandi á eini framsýning á høvuðssæti Bankans í Húsagøtu í Havn hendan næsta mánaðin.
Teir tríggir eru Eggert Pétursson, Jóhannes Kjarval og Kristján Daviðsson.
Somuleiðis hevur Landsbankin í Íslandi lænt listaverk eftir trimum kendum føroyskum málarum og teir verða sýndir fram í Íslandi hendan næsta mánaðin.
Teir tríggir málararnir eru Mykines, Ingálvur av Reyni og Zacharias Heinesen.
Eitt hugskot við hesum var at taka ein listamálara úr hvør sínum ættarliði
Hetta er eitt óvanligt tiltak hjá einum banka, men Johnny í Grótinum, leiðari fyri Menning og Samskifti í Føroya Banka, sigur, at endamálið við hesum er at kunna føroyingar og íslendingar um list hjá hvørjum øðrum.
- Endamálið er at varpa ljós á íslendska list í Føroyum og at varpa ljós á føroyska list í Íslandi og vit hava so avrátt at brúka føðingardagin hjá bankunum báðum sum eitt gott høvi til tað.
Hetta er ein framsýning, sum kom í lag eftir at stjóri og nevnd í Føroya Banka vóru í Íslandi fyri einum ári síðani og tá varð hugskotið borið fram.