##med2##
Orsøkin er millum annað afturførdar niðurskrivingar, og at danski parturin av bankanum varð seldur frá.
Ársroknskapurin hjá BankNordik ber boð um, at húsarhald og fyritøkur sum heild eru væl fyri. Nógv virksemi var á bústaðarmarknaðinum í 2021, og áhugin fyri at seta búgv uttan fyri høvuðsstaðin var vaksandi. Føroyingar fíggjaðu í alsamt størri mun bústaðin við realkredittláni, og í 2021 var vøksturin 12%.
Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu, sum Árni Gregersen hevði á FM1 við Árna Ellefsen, bankastjóra, í tíðindunum á middegi.