BankNordik góðan fyrsta ársfjórðing

– Við framgongd í inntøkunum og heldur lægri útreiðslum gjørdist rakstrarúrslitið 70 milliónir krónur áðrenn niðurskrivingar. Tað er tvífalt so gott sum í undanfarna ársfjórðingi. Bankin hevur framvegis jaligar væntanir til 2012 sum heild.

Tað skrivar BankNordik í tíðindaskrivi í morgun.

Víðari sigur bankin, at rakstrarinntøkurnar í fyrsta ársfjórðingi í 2012 vóru 223 milliónir krónur í mun til 192 milliónir krónur í undanfarna ársfjórðingi, sum eisini var nógv ávirkaður av endurgjøldum í sambandi við nógvu stormskaðarnar í Føroyum í november og desember.

Útreiðslurnar minkaðu sum ætlað, og gjørdust 153 milliónir krónur í mun til 157 milliónir krónur í undanfarna ársfjórðingi.

Rakstrarúrslitið áðrenn niðurskrivingar (javnað fyri ikki afturvendandi útreiðslur) varð harvið tvífaldað til 70 millónir krónur í fyrsta ársfjórðingi í 2012 í mun til 35 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi í 2011.

Niðurskrivingarnar á útlánum vóru í hesum ársfjórðingi 22 milliónir krónur, sum er væl lægri enn í fjórða ársfjórðingi og ájavnt við væntaðu niðurskrivingarnar. Rakstrarúrslitið áðrenn ikki afturvendandi útreiðslur gjørdist sostatt 48 milliónir krónur í mun til minus 2 milliónir krónur í undanfarna ársfjórðingi.

– Vit eru væl nøgd við at kunna vísa framgongd bæði í inntøkum og úrsliti. Serliga í hesum døgum og tá hugsað verður um stóru innanhýsis uppgávurnar við samanleggingini av afturatkeypta virkseminum úr Amagerbanken. Ársfjórðingurin lovar gott fyri 2012 og komandi árini, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.

Roknskapurin fyri fyrsta ársfjórðing hevur borið ikki afturvendandi útreiðslur til samansjóðing og umskipan fyri 48 milliónir krónur.

Við eini eginogn á 2,0 milliardir krónur og ábyrgdarláni fyri 800 milliónir krónur hevði bankin ein solvens á 14,9%, tá fyrsti ársfjórðingur var av. Til samanberingar var solvenstørvurin 9,2%. Ætlan bankans er at varðveita ein høgan solvens, væl og virðiliga omanfyri solvenskravið. Sama ger seg galdandi fyri gjaldførið, sum við árslok var meira enn tvífalt so stórt sum kravt.