Fyri løtu síðani boðaði leiðslan í BankNordik frá, at bankin hevur sett Árna Ellefsen í stav sum fyribils forstjóra, aftaná at leiðslan og fyrrverandi forstjórin, Janus Petersen, eru samd um at enda teirra samstarv.
Umframt at hava skift stjóra, so boðar nevndin eisini frá, at nevndin hevur avgjørt at seta vinnulívspartin av bankavirkseminum í Danmark til sølu. Bankin upplýsir, at samráðingar longu eru í gongd, og man væntar, at ein loysn verður funnin innan árslok.
Sambært skrivinum frá leiðslu bankans, so er tað nýggjar leiðreglur frá Fíggjareftirlitinum, ið er orsøkin til, at bankin selur vinnulívspartin í Danmark.
- Nýggjar leiðreglur frá Fíggjareftirlitinum eru ávegis og innibera, at bankin á vinnuøkinum hevur tørv á at minka um váðan. Harumframt ynskir bankin at minka um samfelagsváðan í sambandi við vinnufígging uttanlands.