BankNordik vil seta pengar í Eik

Janus Petersen, stjóri í BankNordik, segði í dag við útvarpið hjá Kringvarpinum, at kemur tað hartil, er bankin sinnaður at seta pening í Eik Banka. Hóast Janus Petersen áður hevur avvíst, at BankNordik fer at seta pengar í kollrenda Eik Banka, so hevur hann nú broytt støðu.

Við útvarpið hjá Kringvarpinum segði Janus Petersen á døgurða, at kemur tað hartil, er BankNordik nú til reiðar at seta pengar í Eik Banka.

- Men talan verður bert um at seta pening í Eik Banka, vit fara einki at hava við raksturin av Eik at gera, um tað kemur hartil, segði Janus Petersen.

Hann segði, at tað er væl møguligt, at í einum slíkum senario kann BankNordik saktans yvirtaka nøkur av útlánunum hjá Eik Banka.

Janus Petersen undirstrikaði tó, at BankNordik í fyrsta umfari ikki verður við til at bjarga Eik Banka, men kemur tað hartil, at spurningurin verður um at avvikla Eik, vil BankNordik saman við øðrum tryggja, at vit framvegis hava tveir stórar bankar í Føroyum.