Bara delta-frábrigdið gevur innleggingar í Noregi

- Vit vóna, at minni verður at síggja til delta-frábrigdið, soleiðis at talið av innleggingum minkar. Tað er bara delta-frábrigdið, sum í løtuni gevur innleggingar, sigur norski heilsustjórin.

 

 

 

 

Koronu-smittan ger nógv um seg í londunum kring um okkum, og flestu lond hava sett í verk reglur og tiltøk, sum vónandi kunnu avmarka vøksturin í smittu. 

 

Noreg er millum tey lond, har smittan í løtuni setir met, tí smitta er um at kalla alt landið. Seinasta samdøgur hevði Noreg heili 5355 nýggjar smittutilburðir.

 

Í gjár settu smittutølini í Danmark eisini met - triðja dagin á rað, tá staðfestir vórðu heili 6985 tilburðir við covid-19 í eitt samdøgur.

 

Í Noregi heldur virkandi heilsustjórin, Espen Rostrup Nakstad, at neyðugt er at bíða í einar tvær vikur, áðrenn greiða fæst á, um tiltøkini, sum Noreg hevur sett í verk, fara at tálma smittuni.

 

Hann vísir á, at í smittubylgjuni, sum nú herjar í Noreg, er smittan farin um alt landið. Smittutølini eru vaksin í næstan tveir mánaðir.

 

- Tað, sum vit síggja nú, er smitta, sum tók seg upp fyrr í hesi vikuni, sigur heilsustjórin við VG.

 

##med2##

 

Espen Rostrup Nakstad sigur, at higartil hava tiltøkini, sum eru sett í verk, onga ávirkan havt til tess at tálma smittu, men tað hevur heldur ikki verið væntandi eftir so stuttari tíð.

 

- Vit vóna, at minni verður at síggja til delta-frábrigdið, soleiðis at talið av innleggingum minkar. Tað er bara delta-frábrigdið, sum gevur innleggingar í løtuni, sigur heilsustjórin við VG.

 

Í løtuni liggja 316 fólk á norskum sjúkrahúsum við covid-19, og higartil eru 1135 fólk í Noregi deyð við koronu.

 

 

 

 

 

Espen Rostrup Nakstad er virkandi heilsustjóri í Noregi.