Bara eitt lið er á uppflytingarplássi

1. DEILD: Í kvøld lyfti B36 seg við sigri í grannauppgerðini fram á næstfremsta plássið

Gutti Dahl-Olsen skoraði eftir lítlari løtu tvey mál, tá ið B36 í 1. deild vann 4-1 ímóti HB

Tá ið teir næstbestu hjá B36 í kvøld fóru á vøllin at spæla grannauppgerð ímóti HB var tað við trimum tapum á rað í viðførinum. Spurningurin var tí, um liðið aftur hevði fótað sær.

 

Úrslitið var, at B36 vann 4-1. Tað ber við sær, at B36 aftur er næstfremst, og at tað í løtuni bara er FC Suðuroy, sum er á heiðursmerkjaplássi.

 

Víkingur er topplið, B36 er næstfremst, og FC Suðuroy er á triðja plássi. B71 er á fjórða plássi, og um kappingin nú var liðug, so hevði FC Suðuroy flutt upp, meðan B71 hevði spælt ímóti B68 um pláss í bestu deildini.

 

Hálvleiksstøðan í kvøld var 2-0 til B36. Áðrenn eitt korter var farið, hevði Gutti Dahl-Olsen tvær ferðir skorað.

 

HB minkaði um munin til 2-1, tá ið eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki. Dánjal Reginsson var málskjútti.

 

Í tíggju minuttir var spenningur í. So økti Carl Mikkelsen um B36 leiðsluna til 3-1, og tá ið tað restaðu tíggju minuttir staðfesti Lars S. Enevoldsen 41 B36 sigurin.

 

Meðan B36 er við í kappingini um heiðursmerkjapláss, so er tað greitt, at HB er flutt niður úr næstbestu deildini.

 

Skráin hjá B36 sær soleiðis út fram ímóti kappingarenda: NSÍ ((h), FC Suðuroy (ú), FC Hoyvík (h) og Víkingur (ú).

 

Skráin hjá HB sær soleiðis út fram ímóti kappingarenda: KÍ (ú), B71 (ú) og AB (h)

 

 

 

HB – B36 1-4 (0-2)

 

0-1: Gutti Dahl-Olsen 8.

 

0-2: Gutti Dahl-Olsen 14.

 

1-2: Dánjal Reginsson 57.

 

1-3: Carl Mikkelsen 68.

 

1-4: Lukas S. Enevoldsen 79.

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

 

 

B71 – AB 1-1 (0-0)

 

1-0: Julian Frankieson Knudsen 63.

 

1-1: Rógvi Skála 66.

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

 

 

NSÍ – KÍ 0-3 (0-2)

 

0-1: Dávid B. Andreasen 26.

 

0-2: Dan í Soylu 40.

 

0-3: Dan í Soylu 51.

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

Víkingur231265552842
B36231175453040
FC Suðuroy221093452839
B71241086352738
AB24996432636
TB238114322135
NSÍ247710334228
248313274527
FC Hoyvík234613184418
HB242616246612

 

Sunnudagin

 

FC Hoyvík – Víkingur: Alex Troleis kl. 17.00

 

FC Suðuroy – TB: Høgni Madsen kl. 15.00

 

 

 

 

 

Gutti Dahl-Olsen skoraði eftir lítlari løtu tvey mál, tá ið B36 í 1. deild vann 4-1 ímóti HB