Øll uttan Framsókn atkvøddu fyri leigustuðuli

Tað vóru bara tingfólkini hjá Framsókn, sum ikki atkvøddu fyri uppskotinum um leigustuðul, sum Løgtingið samtykti í morgun.

28 tingfólk atkvøddu fyri uppskotinum, eitt atkvøddi ímóti og eitt atkvøddi blankt.

 

Nýggja skipanin skal geva fólki við lágari inntøku møguleika at fáa stuðul til leiguútreiðslurnar.

 

Lesið eisini: Lógaruppskot um leigustuðul sent til ummælis

 

Endamálið við uppskotinum er at hjálpa teimum, sum hava trupult við at fáa ráð til bústað orsakað av høgum leiguprísum.

 

Leigustuðulin verður roknaður eftir inntøku, húski og leigukostnaði, og skipanin verður umsitin av Bústøðum.

 

Lógin kemur í gildi 1. januar 2027.

 

Soleiðis varð atkvøtt við 3. og endaligu viðgerðini av málinum í dag:

 

##med2##

 

##med3##