Seðlarnir koma út klokkan 9 – og øll fáa grind

Fólk skulu bara møta upp, tá skorið verður upp, so fáa tey grindapart

Grindin var stór, og hon verður býtt bæði drápspartar og heimapartar. Hesum boðar Tórshavnar kommuna.​

 

Seðlarnir til drápspartarnar koma væntandi út klokkan 9.00 í morgin, meðan heimapartarnir verða býttir út millum fólk í Tórshavn og í bygdunum í kommununi.

 

Meira verður at frætta í morgin tíðliga um, hvar og nær heimapartarnir verða býttir út, men greitt er longu nú, at talan verður ikki um at býta eftir gamla listanum til heimapartar. Heldur verður talan um, at fólk bara kunnu møta á staðnum, har skorið verður upp og fáa part.

 

Lesið eisini: Størsta grindin í Havn í 147 ár