Bara HB hevði málmøguleikar

Hóast teir í 1. hálvleiki vóru sera ágangandi, so megnaðu NSÍ menninir ongantíð at spæla seg til uppløgdu málmøguleikarnar, sum HB gjørdi og fekk úrtøku burturúr

Fótbóltur

Tey fleiri hundrað reyð og svartkløddu HB viðhaldsfólkini fóru í góðveðrinum sunnudagin í sera góðum hýri úr Runavík. Tað høvdu tey alla orsøk til. Teirra lið hevði vunnið 2?0, og harvið hevði HB so rudduliga sagt takk fyri seinast. Tað var stórt vónbrot hjá HB, tá NSÍ á ólavsøku fór avstað við løgmanssteypinum fyri eygunum á teimum. Liðið fór í leikligan aldudal, úrslitini vóru ikki góð, og leiðslan í felagnum metti støðuna so álvarssama, at venjarin varð skiftur út.
HB sigurin í Runavík var á onganhátt óuppiborin. HB hevði víst best skipaða fótbóltsspælið, og tað vóru bara teir, sum høvdu spælt seg til upplagdar møguleikar. Nocko Jocovic skoraði tvey mál. Tað fyrra kom stutt undan hvíldini, og longu tá bendi nógv á, at tað fór at verða torført hjá heimaliðnum at venda gongdini.
Málmøguleikar og royndir ímóti málinum skulu til, um fótbóltsdystir skulu vinnast. NSÍ megnaði ongantíð at spæla seg til møguleikar, og so fingu teir einki mál. Ulrik Balling var skaddur, og Sonni L. Petersen var leikbannaður. Tað var ein partur av frágreiðingini, hví NSÍ ikki hevði tyngdina í framrættaða spælinum, sum teir næstan hvørja ferð hava víst fyrr í ár.
Heimaliðið legði fyri sum eitt ódnarveður. Teir vóru nøkur prosent ágrýtnari enn gestirnir. Tað hevði við sær, at tað mesta í fyrra umfarinum gekk fyri seg eftir treytunum hjá NSÍ. Teir høvdu bóltin meiri, teir vunnu fleiri nærdystir enn mótstøðumenninir, og tað var týðuligt, at HB menninir ofta kendu seg kroystar. Jan C. Dam var allar 90 minuttirnar sera skilagóður stýrimaður, men verjan sparkaði ofta høgt og langt og skeivt, og tað kom sera sjáldan fyri í fyrra umfarinum, at fremstu menninir fingu líkinda bóltar at arbeiða við.
Men hóast teir tóktust vera omaná, so megnaði NSÍ ongantíð at hótta HB málið. Burtursæð frá onkrum hornaspørkum og hissini afturleggingum var Bárður Johannesen arbeiðsleysur. Fyrsta skotroyndin hjá NSÍ var í 39. minutti, tá Óli Hansen úr átjan metrum sendi við síðuna av. Sjúrður Jacobsen og Jónstein Petersen royndu í vinstru, og Gert Langgaard og Brynjolvur Nielsen í høgru, men tað gjørdist ongantíð vandamikið. Hugflogið var ikki nóg stórt, og síðstu sendingarnar til fremstu menninar vóru so mikið óneyvar, at tað skuldi nógv tíð til at temja, og so var tað lætt hjá HB verjuni.

Lagnuløtan
Tað vóru nógvir nærdystir, og eingin spardi seg. Kortini var uppgávan ongantíð torfør hjá dómaranum.
Tá fyrra umfarið var um at vera liðugt, fór hann í lumman eftir gula kortinum. Eftir kiks í NSÍ uppspælinum sá Pól Thorsteinsson seg noyddan at fella Andrew av Fløtum eitt sindur frammanfyri miðstrikuna, men tað tóktist ikki sum nakar vandi var á ferð.
Rúni Nolsøe sendi frísparkið ímóti NSÍ brotsteiginum, men tað tóktist eitt sindur ullint. Kortini fekk NSÍ verjan ikki tak á. Mitt fyri málinum og seytjan metrar úti møtti Andrew av Fløtum bóltinum. Við hælinum potaði hann inn um verjuna, og Nocko Jokovic brendi tonna undir bóltin, sum snýkti sær inn við stólparótini. Tað tóktist sum um Jens Martin Knudsen metti bóltin at vera hinumegin stólpan.
HB fagnaðurin var stórur, og tað var ikki undarligt. Teir høvdu fyri tað mesta verið undir. Tað hevði verið langt millum fremstu menninar hjá teimum og teir, sum skuldu stuðla. Men nú bilti tað ikki. Teir høvdu havt einasta møguleikan í fyrra umfarinum, teir vóru frammanfyri 1?0, og støðan legði upp til, at seinna umfarið skuldi ganga fyri seg upp á teirra treytir.

Betri fótbóltsspæl
Eftir steðgin megnaði NSÍ ikki at halda sama trýstið á mótstøðumonnunum, sum teir høvdu havt í fyrra umfarinum. Ferðin fór eitt vet niður, og so fekk HB fatur á endanum. Nicu Dogaru, Rúni Nolsøe og Rógvi Jacobsen fingu fatur á fótbóltsspælinum, Jón Rói Jacobsen og Andrew av Fløtum vóru ? ofta í so langt ? afturi á vøllinum og hjálptu til, og HB vann næstu bóltarnar. Nocko Jokovic fekk sendingar, sum hann við høvdinum legði í borðini, men har var ikki ofta hjálp at fáa.
NSÍ sendi fólkið alt longri fram á vøllin, og hóast teir ikki spældu seg til málmøguleikar, so varð intensiteturin varðveittur, tí teir høvdu fleiri hornaspørk og okkurt frísparkið. Hóast hann arbeiddi nógv, so sást tað, at Helgi L. Petersen ikki var so væl fyri eftir skaðasteðgin, sum hann var á ólavsøku, Óli Hansen hevði onga roynd ímóti málinum, og fram ímóti dystarenda var dómarin ikki samdur við teimum, tá teir vildu hava brotsspark, tá innskifti Djóni N. Joensen var farin um koll.
Í hinum endanum var Andrew av Fløtum tvær ferðir um at avgera. Í fyrra snarálopinum sendi hann úr 16 metrum og í beinið á Jens Martini, og í seinna førinum var hann óheppin, tá hann eftir fínt uppspæl og innlegg úr høgru við handara stólpan lyfti bóltin uppum málverjan, men bólturin brast í tvørtræið.
Jóhannis Joensen var eisini um reppið at fáa mál, tá hann hevði sníkt seg fram, og so var tað, at HB slerdi sigurin fastan. Teir fangaðu NSÍ í uppspæli á HB helvtini, Jón Rói spældi eitt tvey við Nocko, tuskaði frá verjuni, og tá hann var komin langt inn í brotsteigin í høgru, sendi hann bóltin framvið Jens Martini, og Nocko Jockovic hevði púra opið mál fyri sær.
Teir gulu og svørtu kunnu gleðast um steypasigurin á ólavsøku. Svørtu og reyðu fløggini boðaðu sunnudagin frá, at vánirnar hjá NSÍ at vinna FM eru sera kámar í løtuni. Nú er tað HB, sum hevur fatur á rætta endanum.
Dysturin í tølum
NSÍ-HB0-2 (0-1)
0-1: Nocko Jokovic 44
0-2: Nocko Jokovic 88
Dómari: Lassin Isaksen

NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Arnfinn Langgaard, Pól Thorsteinsson, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Kári Hansen, Jónstein Petersen ? Helgi L. Petersen, Óli Hansen
HB: Bárður Johannesen ? Hans á Lag, Jóhannis Joensen, Jan C. Dam, Janus M. Joensen ? Nicu Dogaru, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Jón Rói Jacobsen, Nocko Jockovic, Andrew av Fløtum