Umhvørvi
Sund:
Tað stendur ein tangi við slógvi frá alifiski inni á Sundi. Undan tanganum rennur okkurt lýsikent, sum fólk hava óttast fyri kann vera útlát frá sjúkum fiski. ILA hevur verið nevnt í hesum sambandi. Men so er ikki, verður sagt av Fiskisjúkudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni.
Talan er um ein tanga og eina kvørn, sum sett vórðu upp á Sundi um tað mundið, tá brennistøðin á Hjalla var stongd nakað fyri ólavsøku, sigur Øssur Hansen, eftirlitsmaður á Fiskasjúkudeildini hjá Heildufrøðiligu Starvsstovuni.
Tangin varð settur upp saman við eini kvørn at mala fisk í, soleiðis at alarar á Kaldbaksfirði sjálvur kundi beina fyri tí fiski, sum doyði í ringunum og tískil ikki kundi seljast.
Vanliga mannagongdin er annars, at slíkt eftir avtalu verður brent á Kommunalu Orku- og Brennistøðini á Hjalla.
Tangin og kvørnin vóru sett upp í samráð við og undir eftirliti av Fiskasjúkudeildini, og var avtalan, at tey skuldu beinast burtur aftur, tá brennistøðin lat uppaftur.
Hví tey enn ikki eru burturbeind, duga tey á Fiskasjúkudeildini ikki at siga, og ikki bar til at fáa orð á alaran, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Hinvegin sigur Øssur Hansen, eftirlitsmaður á Fiskasjúkudeildini, at tað, sum renur undan tanganum, er óskaðiligt, og als einki hevur við ILA sjúku at gera, sum annars hevur verið róð framundir.
Hann sigur, at fyribeiningin hevur verið eftir fyriskrivaðum reglum, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki hevur havt nakað at funnist at í so máta.
Av Komunalu Orku- og Brennistøðini verður sagt, at har kenna tey einki til hendan tanga inni á Sundi, og at haðani er hann ikki umbiðin.