- Bara stubbarnir standa eftir

- Vit ynskja ikki at harta fólk. Men vit biðja snøgt sagt bara um hjálp frá fólki, so sleppast kann undan enn meiri herverki. Nei, tað er ikki stuttligt at vera vitni til slíkt dag um dag, siga Fríði Gregoriussen og Haraldur Djurhuus, sum hava sítt dagliga starv í Viðarlundini í Havn.

xViðalundin: - Nei, tað er ikki so stuttligt at vera til arbeiðis beint nú, tá slíkt hendir ferð eftir ferð!
Tað er fyrrapartskaffi á skránni í tí lítla húsinum í Viðarlundini. Teir báðir Fríði og Haraldur sita og práta um tað, sum er hent hesar seinastu dagarnar.
Tað er ikki bara positiv tíðindi, teir báðir práta um. Heldur hinvegin: Teir seinastu 14 dagarnar hevur Viðarlundin verið fyri rættiliga grovum herverki á trø og annan vøkstur.
Hvønn einasta dag síggja teir nýggj tekin um, at tað eru fólk sum ikki til fulnar kunnu gleðast um alt tað vakra, sum finst í hesum grøna blettinum miðskeiðis í Havnini.
- Tú, sigur Haraldur. Har uppi millum suðurbókatrøini ? tavejden, har standa bert stumparnir eftir. Og so vóru tað júst hesi trøini, sum vóru um at koma fyri seg beint nú.
Fríði hyggur bilsin at starvsfelaganum. Hetta er spildurnýtt fyri hann, og er bara enn eitt dømi um ta gongd, teir hava eygleitt í seinastuni.
- Ja, so er tað hent beint nú. Eg var haruppi í gjár, og tá var einki at síggja, sigur Fríði, ikki sørt ørkymlaður. Kom niðan og vís mær!
Teir fara báðir niðan hagar. Og har gongur sjón fyri søgn: Fyri fáum árum síðani vóru fleiri av hesum trøunum fingin til vega allan vegin úr Suðuramerika. Men í dag standa bert nøkur fá teirra eftir, illa farin av herverki, - og ikki til gleði fyri nakran.
Men har var eisini meiri at síggja: Í einum træi stóð ein knívur framvegis og fáar metrar hagani lá eitt knívsblað!
- Og vit sum høvdu so glett okkum at síggja øll hesi trøini standa í fullum blóma, siga teir báðir.

Øks, sag og knívar
- Eg haldi, at tað hevur ongatíð verið so galið sum beint nú. Serliga ringt hevur tað verið seinastu tvær vikurnar, sigur Haraldur.
Slík herverk koma líkasum í tveimum bylgjum. Tey seinastu árini hava tað serliga verið um várarnar, tá kvøldini gerast longur, og beint undan, tá skúlin byrjar aftur um miðjan august.
Tað sum kanska skakar teir báðar mest er, at tað er líkasum við beráddum huga, at fólk fer inn og ger slíkt. Tað er neyvan framt av fólki, sum bara leypir inn og ger hetta til stuttleika.
At tað veruliga er tiltætlað at gera herverk sæst best av tí mátanum, sum herverkið verður framt. Tað er rættiliga týðuligt, at herverksmenninir hava góð amboð: Teir hava bæði sag, øks og knívar við sær inn í viðarlundina, tá herverkið skal fremjast.
Úrslitið av hesum ?arbeiðinum? sæst aftur í avkvettum greinum, niðurhøgdum trøum og trø, sum beinleiðis eru rykt upp við rót. Slíkt krevur bæði amboð, styrki og eitt bevíst ynski um at gera skaða á onkran vøkstur.
- Vit vita sjálvandi ikki hvør tað er, sum ger slíkt. Men vit hava tó eina fatan av, at hetta verður gjørt, uttan at teir til fulnar skilja, hvørji virði verða oyðiløgd av hesum.

Dødsens
Saman við Haraldi og Fríða kemur nú eisini skógfútin, Tróndur Leivsson at vísa okkum runt í viðarlundini.
Vit hava ikki gingið leingi fyrrenn vit fáa eygu á enn eitt feskt dømi um herverk, sum er framt móti einum seljurønntræi.
Hetta træ stendur miðskeiðis í viðarlundini, á einum staði har Fríði við einslistum hevur roynt at skapa eitt hugnaligt pláss. Á hesum staði er settur ein bonkur og rundan um er lagaður ein garður.
Her stendur hetta træið, sum telist millum tey elstu í viðarlundini. Fyri stuttum var tað eitt vala træ. Nú er tað ávegis móti trædeyðanum.
Onkur hevur nevniliga skorið ein stóran part av børkini burtur allan vegin runt, og fyri eitt slíkt træ er hetta tað sama sum at skera hol á pulsæðrina.
- Eftir bókini er hetta træið dødsens, sigur Fríði harmur á málinum.

Tilvitað
Sum longu nevnt ynskja teir tríggir starvsmenninir í viðarlundini ikki at klikkja niður á nakran. Teirra ynski er heldur at fáa fólk at gerast tilvitað um týdningin og vakurleikan í eini slíkari viðarlund.
Tað týdningarmesta er, at fólk hava eyguni við sær, tá tey ganga í viðarlundini. Síggja tey okkurt óvanligt, so hevði verið gott, um tey boðaðu Skógrøktini frá beinanvegin.
- Vit síggja tíverri ein tendens at fólk ikki vilja blanda seg longur í tað, sum onnur takast við. Hetta er sera óheppið fyri okkum, men vit ynskja kortini at heita á fólk um at hjálpa okkum.
Teir heita eisini á foreldur um at halda eygu við, hvørji amboð børnini draga út úr húsinum. Fara børn út úr húsinum við bæði sag, øks og knívum, so eigur onkur alarmklokka at ringja.
- Tað týdningarmesta er kortini tað, at fáa sagt við børnini, at tey eru hjartaliga vælkomin higar í viðarlundina. Men at tey so ikki gera skaða á nakað av tí, sum er her.
- Á henda hátt kundu tey vera við til at gera børnini meiri tilvitað um tað arbeiðið sum vit leggja so nógva orku í at varðveita. Soleiðis kunnu vit øll gera okkara til at varðveita henda vakra blettin í býnum, siga teir tríggir.





Fyri seg.


Steinaðu svanapar

At tað loysir seg at tosa við børnini um tað vakra í náttúruni, er henda søgan eitt gott dømi um.
Herfyri vóru nakrir dreingir um 11-12 ára aldur sæddir, meðan teir vóru í ferð við at fremja herverk móti einum svanapari, sum hevði egg í reiðrinum um hetta mundið.
Teir høvdu gjørt herverk á ein verjugarð omanfyri reiðrið, og høvdu haraftrat steinað eftir svanaparinum. Í roynd og veru var her talan um sera grovt herverk, men teir vistu ikki at tað var so, - ikki fyrrenn teir fingu tað forklárað.
Teir søgdu, at teir høvdu ikki hugsað um, at teir á henda hátt kundu vera svanunum at meini. Men tá teir fingu fylgjurnar av gerðum sínum at vita, góvust teir við hesum beinanvegin.
- Eg havi ofta heilsað uppá teir síðani her í viðarlundini, so teir vita í øllum førum, hvussu ein skal bera seg at her, sigur Tróndur Leivsson.

myndir

Fríði Gregoriussen harmast um herverkið, sum er gjørt móti suðurbókatrøunum. Á sama staði funnu teir bæði knív og knívsblað og brotnar fløskur. ? Slíkt er harmiligt at síggja, sigur hann


Fríði Gregoriussen (vm.) og Haraldur Djurhuus eygleiða við sorg í sinni tað herverkið sum er gjørt á eitt av teimum elstu trøunum í viðarlundini. Skaðin á hetta seljurønnatræið er so umfatandi at tað í veruleikanum er dømt til deyða