Bara summi sleppa at parkera

Rektarin í Studentaskúlanum í Hoydølum kann skjóta ein hvítan píl eftir ætlanini um at fáa teimum í Hoydølum ser­ligar parkeringsumstøður frá Tórs­havnar Kommunu.

Er tað nak­að, sum Tórshavnar komm­una heldur fast við, so er tað tað, at serrættindi til park­ering er bara til tey fínu í Ting­a­nesi og til tey, sum ar­beiða hjá Tórs­havnar komm­unu.
Umsitingin hjá Tórs­havn­ar komm­unu vil bara, at lands­stýr­is­fólk, aðalstjórar og so um­sit­ing­in hjá Tórs­havn­ar kommunu fáa ser­rætt­indi til parkering á al­menn­um veg innan fyri son­una.
Spurn­ing­ur­in er, um hetta er lóg­ligt. Men klókt er tað í øll­um førum ikki.

Tað mátti verið lættasta mál í verð­ini at gjørt nøkur park­er­ings­pláss á fløt­uni í Hoy­døl­um og loyst yvir 30 ára gamla trup­ul­leik­an. Tá ein heil­ur skulu kann byggj­ast har – fyri­lbils. So ber eis­ini til at gera nøkur par­ker­ings­pláss – fyribils.