Í dag vóru góð 25 tons á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum, og allur fiskurin var frá útróðrarbátum.
Tann størsti parturin var toskur, knappliga 15 tons. Toskur III fór fyri 15,14 krónur í meðal, toskur IV fyri 13,85 krónur, og meðalprísurin á toski V var 14,77 krónur fyri kilo.
Fimm tons vóru av hýsu og fýra tons av longu. Hýsa II fór fyri 12,23 krónur og hýsa III fyri 10,63 krónur í meðal. Longa I og II fóru fyri knappar 16 krónur kilo, og meðalprísurin á longu III var 13,51 krónur.
Fiskamarknaðurin seldi tey 25 tonsini fyri 365.000 krónur.