Barbara á týskum og skandinaviskum

Føroyskir filmsdagar vera í Norðurlandahúsinum frá 23. til 28. januar. Millum filmarnar eru ikki minni enn tvær útgávur av søguni um Barbu og Harra Pál.

Kundi tú hugsað tær at sæð Barbaru sum flestu føroyingar kenna hana best, í útgávuni hjá Annike von der Lippe og Nils Malmros, úr filminum frá 1997? Ella hvat við minni kendu, men eldru, týsku útgávuni frá 1961 í filminum Barbara, Vill sum havið eftir Frank Wisbar?

 

Á føroysku filmsdøgunum í Norðurlandahúsinum verða báðar útgávurnar vístar. 

 

- Føroysku filmsdagarnir seta føroyskar filmar í miðdepilin bæði søguliga og aktuelt. Í skránni er eitt úrval av spælifilmum, dokumentarfilmum og stuttfilmum frá árunum 1953 til 2014, stendur at lesa í skránni.

 

Tað eru Norðurlandahúsið í Føroyum og Norðuratlantsbryggjan í Keypmannahavn í samstarvi við Cinemateket og Goethe-Institut Dänemark, við stuðuli frá Dansk Filminstitut, ið skipa fyri føroysku filmsdøgunum.

 

Á skránni standa, umframt báðar Barbara-filmarnar, aðrir væl kendir føroyskir filmar sum Atlantic Rhapsody, Bye Bye Bluebird og 1700 metrar frá framtíðini. Eisini vera fleiri stuttfilmar vístir, sum Vetrarmorgun hjá Sakarisi Stórá, Skuld hjá Heiðriki av Heygum, Munch hjá Jónfinni Stenberg og Terminal hjá Dávi Djurhuus.

 

Umframt filmarnar verður eisini skipað fyri einum kjaki um framtíðina hjá føroyskum filmi. Við pallborðið sita Ingun í Skrivarastovu, Sakaris Stórá, Anton Petersen, Hugin Eide, Jan Berg Jørgensen og Birgir Thor Møller.

 

Føroyskir filmsdagar vera í Norðurlandahúsinum frá fríggjadegnum 23. til mikudagin 28. januar.