Barbara aftur á skránna

Hvønn mánadag í summar ber til at síggja kenda filmin hjá Nils Malmros

Filmurin Barbara hjá Nils Malmros er komin aftur á skránna hjá Havnar Bio. Eftir ótaldar áheitanir frá ferðafólki síðsta summar og føroyingum annars, hevur Havnar Bio gjørt av at vísa filmin hvønn mánadag í summar, antin kl. 16.30 ella kl. 17.00. Sýningarnar verða fram til hálvan august.

- Vit ætlaðu at vísa filmin síðsta summar, men fingu ikki loyvi. Tað hava vit so nú og í samráð við ferðafólk, hava vit valt mánadag at vísa hann, sigur Jákup Eli Jacobsen, ið er leiðari í Havnar Bio.

Hvussu eftirspurningurin verður eftir at síggja filmin, er ilt at meta um. Tá ið hann var vístur á sinni, á heysti fyri tveimum árum síðani, leitaðu umleið 22.000 føroyingar ella helvtina av Føroya fólki í biografarnar. Í Havn sóu 17.000 fólk filmin, í Klaksvík 3000 og á Strondum 2000. Ivaleyst eru tey fleiri, ið vilja síggja filmin enn eina ferð.