Hóast hon bert er ein dukka, so verður ein stór 50 ára veitsla í Malibu í morgin 50 ára veitslan verður hildin í hennara sokallaða Dream House í Malibu í morgin.
Samstundis letur eitt 5 hædda House of Barbie upp í Shanghai. Kina er ein vaksandi marknaður fyri barbie dukkur.
Hóast hennara høga aldur, so sær Barbie enn út sum ein vøkur ung kvinna, við einum heldur órealistiskum taljumáti. Kortini er Barbie komin í yvirgangsaldurin, tí sølan av Barbie dukkum er fallið við 6 prosentum í Amerika seinasta kvartalið, og við 28 prosentum á heimsmarknaðinum í sama tíðarskeiði.
Serfrøðingar siga, at orsøkin til minkandi áhugan er, at ungar kvinnur meira og meira fokusera uppá internetið og fartelefonir.
Umframt hetta kann sigast, at Barbie ikki longur er einsamøll á marknaðinum. Hon hevur veruliga fingið ein kappingarneyta í Bratz dukkunum.