Lionel Messi og Cristiano Ronaldo vóru í heimsflokki og skutu tvey mál í part, tá Barcelona og Real Madrid í kvøld spældu 2-2.
Fyrstur at vísa síni evni var Cristiano Ronaldo, tá hann við skoti úr vinstru smekkaði bóltin lágt við nærmastu stong. Victor Valdes í Barcelona málinum megnaði ikki at verja fyri og so var 1-0 til útiliðið.
Átta minuttir seinni svaraði Lionel Messi aftur, tá hann var fyrstur á einum leysum bólti í Real Madrid brotsteiginum. Hálvleiksstøðan var 1-1.
Í seinna hálvleiki løgdu Lionel Messi og Barcelona best fyri. Eitt korter inn í seinna hálvleik sendi Lionel Messi eitt fríspark beinleiðis í mál til stóra gleði fyri áskoðararnar á Nou Camp.
Bara fimm minuttir seinni, so var aftur javnleikur. Cristiano Ronaldo varð spældur í gjøgnum og einsamallur við Victor Valdes var portugisin tryggur og skoraði.
Hetta eru fyrstu stigini, ið Barcelona missur í La Liga í hesum kappingarárinum.