Barcelona avmarkar talið á feriuíbúðum

Katalanski stórbýurin fer í 2028 at taka aftur yvir 10.000 loyvi til feriuíbúðir

Borgarstjórin í Barcelona, Jaume Collboni, boðaði í gjár frá, at býurin í 2028 fer at taka aftur 10.101 loyvi til íbúðir, sum kunnu stutttíðarleigast. Hesar íbúðir verða serliga brúktar av ferðafólki.

 

Hetta skal gerast fyri at avmarka leiguprísirnar og húsaprísirnar í Barcelona.

 

– Nú gera vit nakað við tað, sum vit halda er størsti trupulleikin í Barcelona. Hetta átakið fer at minka munandi um talið á íbúðum, sum ferðafólk brúka í býnum, sigur hann sambært The Guardian. Harvið verða fleiri íbúðir tøkar til tey lokalu at leiga og keypa.

 

Barcelona telist millum best umtóktu ferðamál í Europa, og eisini nógvir føroyingar vitja býin á hvørjum ári. Atlantsflog hevur í eini 15 ár havt beinleiðis ferðasamband millum Føroyar og Barcelona partar av árinum.

 

Stóri vøksturin á talinum á feriuíbúðum í Barcelona, sum verða leigaðar út umvegis til dømis Airbnb, hevur viðvirkað til, at Barcelona er mest vitjaði býur í Spania, tá ið tað kemur til útlendingar.

 

Avleiðingarnar hava verið, at leigukostnaðurin í Barcelona er hækkaður 68 prosent seinastu 10 árini, og húsaprísurin er hækkaður 38 prosent. Tað gongur serliga út yvir ungfólk, sum vilja hava bústað í býnum.

 

##med2##

 

Árini millum 2015 og 2023 setti Barcelona forboð fyri at lata upp nýggj gistingarhús í Barcelona, men borgarstjórin Collboni hevur nú sagt, at hetta forboð kann fara at verða linkað í framtíðini.

 

The Guardian skrivar, at fleiri felagsskapir í Barcelona hava boðað frá tiltaki tann 6. juli, har tey fara at mótmæla ferðavinnuni í býnum undir slagorðinum "Nú er nóg mikið. Latið okkum stegða ferðavinnuni".

 

Tann 6. juli verður aftur mótmælisgonga ímóti ferðavinnuni í Barcelona