Barcelona áhugað í ungum skota

Ein skoti í Barcelona. Tað er sum jól í lundatíð, men umboðsmaðurin hjá 17 ára gamla James McCarthy váttar, at spanska stórfelagið er áhugað í honum. McCarthy spælir fyri Hamilton, og har hevur hann staðið seg so væl, at feløg í Onglandi eru farin at hyggja nærri eftir honum. Og nú skal Barcelona eisini hava fingið eyguni á hann.