Barcelona vann í kvøld 3-0 á Athletic Bilbao og er spanskur steypavinnari. Barcelona kom á odda longu aftaná tríggjar minuttir og aftaná 25 minuttir var støðan 3-0. Pedro skoraði tvey, meðan Lionel Messi skoraði eitt.
Barcelona byrjaði við einum brakið og trýsti Athletic Bilbao í botn. Longi aftaná tríggjar minuttir kundi Pedro leggja Barcelona á odda. Eftir horna bleiv bólturin leysur mitt í brotsteiginum. Pedro varð fyrstur á bóltin og fangaði málmannin á skeiva beini.
Aftaná tjúgu minuttir økti Lionel Messi, tá Andrés Iniesta spældi hann leysan í høgru síðu. Lionel Messi sparkaði bótin upp í nettakið og so var 2-0. Bara fimm minuttir seinni skoraði Pedro sítt seinna mál, tá hann uttanfyri brotsteigin í høgru setti vinstra bein á og sendi bóltin í ein boga útum málverjan og í málið við handaru stong.
Í seinna hálvleiki sat Barcelona á øllum. Athletic Bilbao hevði onkrar møguleikar at minka um munin, men tað eydnaðist ikki.
Athletic Bilbao Barcelona 0-3 (0-3)
0-1 Pedro, 3
0-2 Lionel Messi, 19
0-3 Pedro, 25
Barcelona: Pinto; Montoya, Pique, Mascherano, Adriano; Busquets, Xavi, Iniesta; Pedro, Messi, Alexis.
Útskiftarar: Valdes, Bartra, Thiago, Keita, Afellay, Fabregas, Tello.
Athletic Bilbao: Iraizoz; Iraola, Ekiza, Amorebieta, Aurtenetxe; Martinez, De Marcos; Muniain, Susaeta, Ibai; Llorente.
Útskiftarar: Raul, Toquero, San Jose, Gabilondo, Inigo Perez, Gurpegi, Ander Herrera.