Barcelona tapti í Madrid

Barcelona tapti fyri fyrstu ferð í La Liga hetta kappingarárið í kvøld. Atlético Madrid vann dystin 2-1. Dysturin var bara fýra minuttir gamal, tá Atlético Madrid legði seg á odda. Teir fangaðu ein bólt á miðjuni og fóru í mótálop. Bólturin endaði hjá Diego Forlán, sum skoraði trygt. Um miðjan fyrra hálvleik økti fyrrverandi Barcelona spælararin, Simao, uppá beinleiðis fríspark. Zlatan Ibrahimovic minkaði um munin áðrenn hálvleik. Fleiri mál komu ikki og sostatt er fyrsta tapið hjá Barcelona í La Liga í ár veruleiki. Barcelona liggur fremst við 55 stigum, meðan Real Marid er nummar tvey við 53 stigum. Atlético Madrid liggur nummar ellivu við 27 stigum.