Barcelona tók ikki av gávu frá Real Madrid

La Liga: FC Barcelona hevur kós móti meistaraheitinum og gávurnar koma úr Madrid

FC Barcelona spældi í gjár málleysan javnleik móti grannunum úr Girona. Xavi og hansara menn eru 13 stig frammanfyri Real Madrid, sum um vikuskiftið tapti á heimavølli móti Villarreal.

 

Mitt í farnu viku vann Real Madrid heili 4-0 á FC Barcelona í seinnu hálvfinaluni í sponsku steypakappingini. Samanlagt vann Real Madrid 4-1, eftir at hava tapt heimadystin, men setti alt upp á pláss á Camp Nou, har Karim Benzema skoraði hattrikk.

 

Leygarkvøldið gekk minni væl. Real Madrid var eitt skifti á odda 2-1 móti Villarreal á heimavølli, men endaði við at tapa 3-2. Við hesum sendi Real Madrid eina gávu til FC Barcelona, sum annars kundi verið merkt av stórtapinum á heimavølli mikukvøldið.

 

Í gjárkvøldið fekk FC Barcelona vitjan av somuleiðis katalanska Girona. Gestirnir høvdu avgjørt sínar møguleikar, men tá dómarin bríkslaði av mundi Robert Lewandowski, áleyparin hjá FC Barcelona, iðra seg mest um brendar málmøguleikar.

 

Hóast ein málleysan javnleik á heimavølli, so hevur FC Barcelona økt um leiðsluna í oddinum til 13 stig.

 

1Barcelona28233253:972
2Real Madrid28185559:2459
3Atlético Madrid28176545:2057
4Real Sociedad28156737:2651
5Villarreal28145937:2647
6Real Betis28136934:2945
7Athletic Bilbao281171038:2940
8Osasuna281081024:2838
9Rayo Vallecano28910933:3337
10Celta de Vigo28991036:3936
11Girona28981142:4235
12Mallorca28971225:3034
13Sevilla28881233:4432
14Cádiz287101123:4031
15Almería28861434:4830
16Getafe28791227:3630
17Real Valladolid28851523:4729
18Valencia28761530:3427
19Espanyol28691334:4627
20Elche28271920:5713