Enn ein Barcelonaleikari hevur fingið trupulleikar við sponsku skattamyndugleikunum. Hesaferð er tað verjuleikarin Gerard Pique, sum hevur fingið sponsku myndugleikarnar á nakkan. Eftir at hava kannað skattaviðurskifti spælarans frá 2007 til 2010, hevur spanska skattavaldið valt, at geva honum eina bót upp á 65.000 krónur, umframt at krevja hann fyri 18,5 milliónir krónur í ógoldnum skatti.
Gerard Pique hevur biðið sakførarar sínar taka sær av málinum og reinvaska seg. Áður er Lionel Messi eisini endaður í klørnum á sponsku skattamyndugleikunum. Honum krevja sponsku skattamyndugleikarnir 388 milliónir krónur frá. Tað málið er enn ikki avgjørt.