Igor Lebedev, sum situr í russiska tinginum fyri liberaldemokratiska flokkin hevur lagt fram eitt uppskot, sum hevur fingið mong at stúrsa við.
Sambært BBC hevur Igor Lebedev lagt fram eitt uppskot um at gera bardagar millum fótbólts-ófriðarkroppar lógligar. Igor Lebedev ætlar at gera "Hooligan-bardagar" til eina serstaka ítróttargrein, sum hann nevnir "Draka", sum er russiska orðið fyri "bardaga".
Um nýggju "ítróttargreinina", sigur Igor Lebedev: - Bardagarnar skulu umfata 20 mans á hvør sínum liði, sum ikki eru vápnaðir, sum skulu berjast ímóti hvørjum øðrum inni á einum fótbóltsvølli.
Igor Lebedev situr eisini í stjórnini hjá russiska fótbóltssambandinum, sum verður vertur fyri HM-endaspælinum í 2018. Igor Lebedev hevur kunngjørt uppskotið um nýggju "ítróttargreinini" á heimasíðuni hjá liberaldemokratiska flokkinum: - Russland fer at verða ein pionerur. Enskir hooligans, sum koma til leikvøllin og bjóða viðhaldsmonnum hjá móstøðuliðunum av fara at fáa møguleikan til hetta undir skipaðum viðurskiftum eina ávísa klokkutíð, skrivar Igor Lebedev í fullum álvara á heimasíðuni hjá tí liberaldemokratiska flokkinum, sambært BBC.
Fleiri russiskir ófriðarkroppar blivu sendir heim, tá EM-endaspælið var í Fraklandi í summar aftaná bardagar við enskar ófriðarkroppar. Tá var Igor Lebedev úti í russisku fjølmiðlunum og vardi ófriðarkropparnar, og segði: - Eg dugi ikki at síggja, at tað er nakað galið við, at fótbóltsviðhaldsmenn berjast.
Fótbóltur hevur nógvar løgnar og sjáldsamar søgur, men staðfestast má, at uppskotið hjá Igor Lebedev ber prísin.