Bardagin heldur fram

Eftir eitt sindur ójavna gongd síðstu dystirnar, skal Skála í dag aftur fóta sær. Gylta møguleikan fáa teir á Argjum, har AB tekur ímóti.

 

AB hevur bert fingið fýra stig burturúr teimum síðstu sjey dystunum, og skulu teir gera sær nakað far um at verða verandi í Formuladeildini, eru øll trý stigini neyðug í dag.

 

Hjá Skála eru John Petersen og Pauli G. Hansen framvegis staddir uttanlanda, meðan enn verri sær út hjá AB. Fróði Clementsen fekk ein knæskaða í Klaksvík mikukvøldið, og verður ikki við í dag. Danskararnir báðir, Morten Overgaard og Peder Christiansen, hava báðir leikbann, meðan Jón Nielsen er burturstaddur.