Bárður á Steig Nielsen: Vit skulu víðka um inn­­tøku­grund­ar­lagið

– Inntøkur og útreiðslur ganga hond í hond, um vit vilja tryggja haldførið í búskapinum, og tí mugu vit bæði reka samfelagsstovnar á mest skynsama hátt, samstundis sum inntøkugrundarlagið verður víðkað.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, í tíðargrein í Sosialinumm í dag.

 

Har skrivar hann millum annað, at eitt av málum Sambandsfloksins er, at inntøkugrundarlagið skal víðkast.

 

– Hetta skal gerast við millum annað at økja um arbeiðsfjøldina, og at vit skulu hava fleiri fíggjarlig bein at standa á, sigur hann og vísir á, at eitt økt og stabilt útboð av arbeiðsmegi er eisini við til at varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag, har stórur tørvur er á røktarstarvsfólki og innan framleiðsluvinnuna.

 

– Vit hava longu hægsta arbeiðstíttleika í Føroyum, og vit skulu áhaldandi eggja føroyingum til at vera á arbeiðsmarknaðinum, so leingi tey hava hug og orku at arbeiða.

 

– Enn fleiri føroyingar skulu flyta heimaftur, og vit skulu eisini hava tey fyrr heimaftur, enn í dag, sigur formaður Sambandsfloksins.

 

Hann vísir tíðargreinini á, at mótrokningin hjá pensjónistunum skal takast av, heldur enn at hækka pensjónsaldurin.

 

##med2##

 

– Arbeiðsinntøkan hjá einum pensjónisti, ið er omanfyri kr. 61.900 verður í dag mótroknað. Um mótrokningin verður avtikin og inntøkan hjá 400 pensjónistum hækkar úr kr. 61.900 upp í kr. 200.000, so fer hetta at geva umleið 47 mió. kr meir í almennu kassarnar. 20 mió. kr í skatti og 27. mió. kr meir í nýtsluinntøkum. Hetta fíggjar kostnaðin av at avtaka mótrokningina, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

Hann sigur, at fiskivinnan hevur tænt okkum væl, og saman við alivinnuni hevur fiskurin verið grundarlagið undir okkara samfelag. Í løtuni fæst nógv av serliga botnfiski, og prísurin er góður. Somuleiðis hevur prísurin á laksi og uppsjóvarfiski verið í hæddini.

 

Hann vísir eisini á, at góða fískaríið og góði prísurin er millum annað orsøkin til, at Búskaparráðið metti skeivt, tá tey mettu um inntøkurnar í 2025.

 

– Inntøkurnar vóru hægri enn mett, tíbetur.

 

– Vit eiga tó ikki at dúva uppá, at høgur fiskaprísur hvørjaferð bjargar einum undirskoti á fíggjarlógini. Vit mugu sjálvi syrgja fyri at hava ein so góðan struktur, soleiðis at vit ikki verða ov hart rakt, tá fiskaríið ella prísirnir á heimsmarknaðinum svíkja, skrivar Bárður á Steig Nielsen millum annað í tíðargrein í Sosialinum, sum kemur í sølubúðirnar í dag.

 

Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.

 

– Góða fískaríið og góði prís­ur­in er millum annað or­søk­in til, at Búskaparráðið metti skeivt, tá tey mettu um inn­tøk­ur­nar í 2025. Inn­tøk­ur­nar vóru hægri enn mett, tíbetur, skrivar Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins millum annað í tíðargrein í Sosialinum