Eftir áheitan frá Sandoyar Fólkaflokksfelag, havi eg valt at stilla upp. Tað er ein æra at umboða flokkin, Sandoynna og Føroya land.
Eg geri tað, tí eg ynski at taka ábyrgd og arbeiða fyri einari tryggari og burðardyggari framtíð fyri Føroyar.
Vit standa frammanfyri avbjóðingum, sum krevja greiðar og skilagóðar loysnir.
Vit mugu fáa stýr á fíggjarstýringini. Landið skal rekast á ein ábyrgdarfullan og haldgóðan hátt. At hava stórt hall í søguliga góðum tíðum, er ikki nóg gott.
Ein fyritreyt fyri einum hvørjum haldførðum samfelag, er at fólki í tí samfelagnum klárar at viðlíkahalda fólkatalið. Eitt samfelag har fólktalið minkar, boðar frá stórum trupulleikum í framtíðini. Tí skulu stór átøk setast í verk, so barnafamiljur kunnu trívast. Tað skal loysa seg at fáa børn.
Eisini mugu vit hava eitt greitt og sterkt umboð fyri Sandoynna á Løgting. Vit hava sæð stór og viðkomandi politisk mál verða viðgjørd, har onki umboð var fyri Sandoynna. Sandoyggjin má umboðast. Avgerðir skulu ikki takast yvir høvdi á ogum.
Eg vil arbeiða siðiliga, ábyrgdarfult og miðvíst fyri hesum málum. Eg heiti á tykkum um at stuðla mær á valdegnum 26. mars. Hvør rødd hevur týdning, og saman kunnu vit gera mun. Eg takki hjartaliga fyri tað álit og tann stuðul, sum longu er mær vístur. Tað gevur mær dirvi og styrki at taka hetta stigið.
Um spurningar eru um eitt hvørt, eri eg altíð at hitta á telefon 216984 ella á messenger.
Kristian Krog Hentze
X við A











