Bárður Kass Nielsen møtir ringast upp á tingi

Nú Løgtingið er farið í jólafrí, vísir gerðabókin, at Bárður Kass Nielsen úr Nýggjum Sjálvstýri er tann tingmaður, sum hevur ivasama heiðurin at vera tann, sum oftast ikki møtir til tingfundir.

 

Av teimum 33 tingfundunum, sum verið hava síðani á ólavsøku, hevur hann ikki verið á tingfundi níggju ferðir. Tað gevur eitt fráveruprosent upp á 27,3.

 

Næstur honum er Magni Laksafoss, sum ikki hevur møtt á sjey tingfundum. Tað gevur eina fráveru upp á 21,2 prosent.

 

Á triðja plássið kemur Jákup Mikkelsen, sum ikki hevur møtt á fýra tingfundum. Síðani eru 14 tingfólk, sum ikki hava møtt á 1-3 tingfundum.

 

Av teimum 21 tingfólkunum, sum eru skrivað í gerðabókina fyri fráveru eru tveir tingmenn, sum hava verið varamenn fyri tingfólk í farloyvi. Hilbert Elisson og Joen Magnus Rasmussen, sum eru skrivaðir fyri fráveru ávikavist tvær ferðir og eina ferð.

 

14 tingfólk eru, sum ikki eru skrivað fyri fráveru. Tað eru tingfólk, sum annaðhvørt hava møtt á hvørjum fundi, sum hava havt varafólk fyri seg, tá tey eru burturstødd, ella tingfólk, sum hava verið burtur frá tingfundi, tí tey annaðhvørt hava verið á fundi fyri Løgtingið í Norðurlandaráðnum ella Útnorðurráðnum.

 

Fráveran hjá tingfólkum sambært gerðabókini hjá Løgtinginum er hendan:

 

 

Tingfólk

fundur

prosent

1

Bárður Kass Nielsen

9

27,3

2

Magni Laksáfoss

7

21,2

3

Jákup Mikkelsen

4

12,1

4

Bjarni Hammer

3

9,1

5

Bjørt Samuelsen

2

6,1

6

Edmund Joensen

2

6,1

7

Hilberg Elisson

2

6,1

8

Kaj Leo Holm Johannesen

2

6,1

9

Kristianna W. Poulsen

2

6,1

10

Kristin Michelsen

2

6,1

11

Annika Olsen

1

3,0

12

Annita á Fríðriksmørk

1

3,0

13

Bárður á Steig Nielsen

1

3,0

14

Bjørn Kalsø

1

3,0

15

Hanna Jensen

1

3,0

16

Heðin Mortensen

1

3,0

17

Jenis av Rana

1

3,0

18

Joen Magnus Rasmussen

1

3,0

19

Jónleif Johannesen

1

3,0

20

Magnus Rasmussen

1

3,0

21

Óluva Klettskarð

1

3,0

 

Tað er ikki vist, at Bárður Kass Nielsen verður aftur at síggja á tingi eftir nýggjár. Hann hevur verið varamaður fyri Jógvan Skorheim í Klaksvík síðani 17. september í 2015.

 

Klaksvíkar býráð vildi ikki loyva Jógvani Skorheim at hava sæti á tingi, hóast hann ynskti tað. Síðani nýggj samgonga er skipað í Klaksvík uttan Tjóðveldi, verður roknað við, at býráðið fer at loyva Jógvani Skorheim at taka sæti – og sjálvur hevur sagt, at hann fegin vil røkja bæði størvini.